Ein bumba frá Seinna Heimsbardaga sprongdist ótilætlað í Great Yarmouth sum liggur í Norfolk á eysturstrondini.
Ongin kom til skaða, tá bumban sprongdist, skrivar Sky News.
Bumban, sum var um ein metur til longdar og verður mett at hava vigað eini 250 kilo, var funnin í samband við arbeiði at gera eina brúgv tvørtur um ánna.
Tað hendir ikki so sjáldan, at tey finna bumbur frá Seinna Heimsbardaga í Stórabretlandi. Árini frá 2010 til 2018 vóru 450 slíkar bumbur funnar og gjørdar óvirknar, sigur bretska verjumálaráðið við BBC.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo