Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Alifyritøkan Hiddenfjord hevur júst nú almannakunngjørt eina frágreiðing um burðardygd 2021.

Frágreiðingin eitur "Í samljóði við nátturina" og í innganginum skrivar stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen, ein stubba við yvirskriftini og spurninginum: Hví eina frágreiðing um burðardygd?

- Burðardygd hevur altíð verið okkara fremsta raðfesting, síðani vit byrjaðu at ala laks fyrst í áttatiárunum. Vøkstur kemur í aðru røð.

- Okkara virksemi skal vera skipað soleiðis, at vit tryggja varandi aling á okkara alifirðum og gera okkara til at tryggja varandi aling í Føroyum.

- Tað er eisini okkara ábyrgd at gera alt, vit eru ment, at tryggja, at okkara virksemi ikki elvir til óneyðuga dálking ella útlát. Hvørki her í Føroyum ella úti í heimi.

- Endamálið við hesi frágreiðing er at vísa á, hvørja ávirkan okkara virksemi hevur, og hvat vit í Hiddenfjord ítøkiliga gera og ætla at gera fyri at minka um okkara ávirkan á umhvørvið. Hetta vilja vit gera á ein hátt, sum er greiður, erligur og er bindandi fyri okkum.

- Við frágreiðingini vilja vit eisini vísa á, hvat vit meta, myndugleikarnir kunnu gera fyri at tryggja, at vit fáa so burðardygga alivinnu í Føroyum sum gjørligt.

- Okkara eftirkomarar skulu hava somu góðu treytir at liva í og saman við náttúruni, sum vit hava í dag. Álit og opinleiki eru hornasteinar hjá okkum.

- Vit meina, at umhvørvismenning er treytað av opinleika, og at vinnan viðurkennir sínar avbjóðingar, so tær kunnu loysast. Tí halda vit okkum hava ábyrgd at vísa á, hvørja ávirkan vit hava á umhvørvið, skrivar Atli Gregersen.

Sí alla frágreiðingina her

Mál fyri 2022 hjá Hiddenfjord
• Vit fara at minka um CO2-útlátið frá fóðurnýtslu. Eftir at hava skorið nógv tann størsta partin av okkara CO2-útláti burtur við at gevast at flúgva fisk er næsta stóra takið at fáa útlátið frá okkara fóðurnýtslu niður. Vit fara í 2022 at broyta fóðursamansetingina, so at vit fáa fóður, sum hevur munandi minni CO2-útlát.

• Vit fara at arbeiða við at minka um okkara CO2-útlát frá elnýtslu, tí eftir fóður er el-nýtslan størsta keldan til CO2-útlát í okkara framleiðslu. Í 2021 hava vit sett ein vindmátara upp fyri at kanna møguleikar at útvinna vindorku. Vit fara í 2022 at seta upp sólpanel á landstøðina í Miðvági. Vit hava sett ein orkuverkfrøðing í starv, sum fer at arbeiða við framleiðslu av grønari orku og at seta onnur átøk í verk fyri at minka um CO2-útlátið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo