Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú øsingin um springaradráp er i hæddini, renna nakrir tankar til ein í hesum sambandi.

Vit sum eru omanfyri 40 ára aldur, minnast allan ágangin sum varð á gagnnýtslu okkara av grind í 80-unum.

Um vit ikki stóðu so væl saman tá, hevði gagnnýtsla av grind verið søga eftir hetta tíðarskeið. Men vit tóku lógvatak, og sjálvt um argumentini uttan úr heimi vóru, at grind varð so einastandandi fitt og intelligent djór, hildu vit rimmarfast um at okkara tøka av hesum súgdjóri varð burðardygg, væl og virðuliga grundfest í føroyskari siðvenju og siðamentan.

Vit riðu stormin av, og hava síðani fingið mangan góðan bita, bæði av grind og eisini av springara.

Vit eiga sum tjóð at spyrja okkum sjálvi, um kampurin ikki er tað verdur, at berjast fyri burðardyggari gagnnýtslu av tilfeinginum úr havinum rundanum okkum.

Tað eru ikki bara grind og springari ið eru fitt í eygunum á útlendingum og útlendskum økoterrorfelagsskapum.

Makrelur, sild, toskur, hýsa og ikki minst allur sjófuglur, er eisini fitt í teirra eygum og skal sjálvandi heldur ikki gerast føði hjá nøkrum blóðtystum barbarum úti í miðjum Atlantshavi.

Gevast vit at berjast fyri burðardyggari gagnnýslu av tilfeinginum rundanum oyggjar okkara, er tilverugrundarlagið hjá komandi ættarliðum í landið okkara fokið.

Sjálvur havi eg altíð havt tað áskoðan, at vit skulu fara so væl við djórastovnum sum gjørligt, men vit skulu taka tað úr stovnunum sum ráðiligt er.

Eisini havi eg altíð hildið at vit skulu fara so humant sum gjørligt við teimum djórum, sum vit gagnnýta, bæði úr sjógvi og haga.

Helst eiga vit at seta okkum niður fyri at finna útav, um vit kunnu finna skjótari mátar at avlíva eitt nú springarar og grindahval.

Men vit mugu ikki hugsa tankan um at gevast við hesi gagnnýtslu av tilfeingi okkara.

Vit skulu minnast til at grannar okkara hava bæði tvøst og hestakjøt á matlepunum, sum tey bjóða teimum sum vitja tey í ferðavinnuhøpi, og ríkar hetta samfelag teirra.

Vit koma nú aftur inní eina tíð, har politikarar mugu hava ís í búkinum, og ikki agera sum fótatraðk hjá útlendskum áhugamálum.

Eg taki so ikki undir við at banna burðardyggari gagnnýtslu av springara, verður málið reist á Tingi.

Brandur Sandoy, Tingmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo