Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Búnaðarstovan og Umhvørvisstovan: Leygarmorgunin, 15.apríl 2023 kl. 9.15-13.30, bjóða Umhvørvisstovan og Búnaðarstovan til tiltak á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Evnið á skrá er "Burðardygt matsjálvbjargni í Føroyum".

Umhvørvisstovan er limur í norðurlendska Smásamfelagsbólkinum, sum tók stig til verkætlanina “Selvforsyning af fødevarer i fem nordiske øsamfund. Bornholm, Færøerne, Grønland, Island og Åland”. Umhvørvisstovan eisini við í stýringsbólkinum.

Frá 2021 til 2022 var Búnaðarstovan partur av norðurlendskari verkætlan um matsjálvbjargni í fimm norðurlendskum oyggjasamfeløgum: Bornholm, Føroyum, Grønlandi, Ísland og Álandi. Úrslitið var ein frágreiðing ( sí https://www.norden.org/.../selvforsyning-af-foedevarer-i...), sum legði fram møguleikar og avbjóðingar fyri at økja sjálvbjargni við matvørum á burðardyggum grundarlagi í luttakandi londum. Trý høvuðstilmæli vórðu orðað fyri hvørt land.

Tilmælini fyri Føroyar vóru:
• At styrkja samstarv og dialogi millum allir partar í virðisketuni - frá matframleiðara til keypara - fyri at bøta um atgongdina til matvørur, ið eru framleiddar í Føroyum.

• At finna hóskandi støði fyri matvøruframleiðslu og matvørutrygd og seta ítøkilig mál. Lóggáva og peningalig tileggjan og virkisætlanir eiga at stuðla undir málunum (við meginreglum um burðardygd)

• At kanna møguleikarnir at dyrka meira grønmeti, undir hesum at verja øki, ið eru egnað til at dyrka grønmeti, og at nýta tøð, sum eru framleidd í Føroyum.

Leygardagin 15. apríl 2023, fara vit víðari við tilmælunum um økt matsjálvbjargni í Føroyum. Vit fara at umrøða avbjóðingar og møguleikar í Føroyum og seta ítøkilig mál fyri hvussu vit kunnu fremja málini í verki.

Øll, ið hava áhuga innan matframleiðslu, jarðarbrúk og ringbúskapi, eru hjartaliga vælkomin at verða við. Luttøkan er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á bst(at)bst.fo, so at vit vita hvussu nógvur matur skal gerast. Tað er Kongsstovan í Haraldssundi, sum stendur fyri matgerðini á degnum.

Skrivari luttekur allan dagin, so at vit fáa skjalfest málini og niðurstøðurnar, sum koma fram á degnum. Nærri skrá verður deild í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo