Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Góðu tit á havinum og á virkjum á landi!

Manningar eiga ikki at gjalda tilfeingisrentu. Løgtingini eigur ikki at blanda seg í sáttmálasamráðingar. Landskassin betalur tað, sum tað kostar, tí Løgtingið hevur gjørt feilin.

Eg eri vísur í, at eg kann fáa løgting at skilja og síðan Havstovuna og ICES at lurta eftir fiskimanninum.

Hendir tað ikki, so verður landgrunnurin stogndur eftir vísindaligari ráðgeving. Tað er hent í Bretlandi, Eystursjónum. Vit vita, hvat fer at henda. Úrslitið av tí síggja vit eisini á Føroya Banka. Hetta hevur verið ávegis í 20 ár. Um tit ynskja hetta broytt, so eiga tit at velja meg.

Tjóveldisvalevnir hava gloymt, tá Heini í Kunoy í 2010, bleiv spottaður og ikki taldi við í Tjóveldi, tá tað var fiskivinnupolitikkur. Tey innvaldu verða úr Havn, og tey lurta eftir serfrøðini, og harvið stongja tey føroyagrunnin og øll fiskavirki á landi.

Eg vóni og vænti, at veljarin skilur álvaran í støðuni. Vónandi letur hann seg ikki lokka av lokalum valevnum, sum siga annað enn Tjóveldi og Javnaðarflokkurin standa fyri.

Sjálvt Sambandsflokkin eiga vit at ræðast. Tað valdast, hvør verður innvaldur, men størsti parturin av valevnunum fylgja vísindini, sum Jóhan Dahl eisini gjørdi, tá hann var fiskimálaráðharri.

At ganga ímóti vísindini, ICES, Havstovuni, fjølmiðlum v.m. krevur nógv. At fáa tey at skilja sjómannin krevur uppaftur meira og vísindalig argument.

Tað verða fá, sum megna tað. Tit vita, at undirritaði hevur rygg at standa við sína meining og tekur eitt tak fyri onnur, tá tað er neyðugt.

Heini í Kunoy bleiv offraður, tí hann bjargaði heimaflotanum. Nú 12 ár seinni standa heimaflotin, flakavirkir og avleidd vinna aftur í somu støðu.

Føroya Banki, Eystursjógvur og aðrastaðni við vísir, at verður tað stongt, so letur ongantíð uppaftur.

Valið er tykkara.

Um tú ynskir broytingar… Um tú ynskir tingfólk sum avrika…

Ynskja tit at bjarga fiskivinnuni á Føroyagrunninum, so er eitt at gera!

X við Eivind Jacobsen,
valevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo