Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ferðavinnan og landbúnaðurin umskarast, tá umræður málið um gongd í haga. Tað er bakgrundin fyri lógaruppskotinum um burðardygga ferðavinnu.

Málið má vera at skapa nøktandi karmar fyri báðar vinnurnar umframt at vera nøktandi fyri borgararnar.

Hetta er eitt kensluliga eymt evnið, tá tað eisini snýr seg um kensluna av rættvísi. Á tí einu síðuni, at landbúnaðurin hevur ein lógarfestan ræðisrætt at gagnnýta hagan til seyðahald.

Og hinvegin at føroyingar hava siðvenju at ganga í haganum og njóta føroysku náttúruna.

Tá metast skal um tørvin á at skapa nøktandi vinnukarmar, kann tað vera viðkomandi at leggja fram búskaparlig fakta um landbúnaðin og ferðavinnuna.

Í talvuni niðanfyri eru slíkar upplýsingar frá uppgerðum hjá Hagstovuni, ársroknskapinum hjá MBM og fíggjarlógini.

Stuðulin til landbúnaðin á 20 mió.kr er íroknað 7 mió.kr til mjólkarframleiðslu og 6 mió.kr til stráfóður, men hædd er ikki tikið fyri, at mjólkarframleiðsla er frítikin fyri MVG.

Stuðulin til ferðavinnuna á 20 mió.kr er játtanin til Visit Faroe Islands. Her skal tó nevnast, at verandi ferðafólkaavgjald eisini viðførir inntøkur til Landskassan á 13-14 mió.kr.

Sambært nýggja lógaruppskotinum skulu hesar inntøkur økjast við 20 mió.kr við nýggja náttúrugjaldinum.

Í løntakatalinum fyri ferðavinnuna eru bert tey áleið 900 í matstovu- og gistingarhúsvinnuni, meðan tað helst eru onnur 500 av teimum í flutningsvinnuni, hvørs livibreyð eisini er treyta av ferðavinnuni.

Hinvegin eru øll størvini í matstovu- og gistingarhúsvinnuni ikki knýtt beinleiðis at ferðavinnuni.

Rætta løntakartalið í ferðavinnuni er sostatt helst áleið 1200 løntakarar.

Staðfestast kann sostatt, at ferðavinnan í dag vigar fleiri ferðir so nógv sum landbúnaðurin í samfelagsbúskapinum.

Í landbúnaðinum kann eisini staðfestast, at mjólkarframleiðslan í MBM stendur fyri helvtini av íkastinum til árligu búskaparligu virðisskapanina á 85 mió.kr.

Harvið er onki sagt um, at nýggja uppskotið til burðardygga ferðavinnu gevur røttu vinnukarmarnar til vinnurnar báðar.

Umboð fyri landbúnaðin hava alment víst á, at tað eru stórir vakstrarmøguleikar í landbúnaðarferðavinnu.

Tí er eisini neyðugt, at vinnukarmarnir ikki taka burtur áhugan hjá festarum og jarðeigarum at gagnnýta hesar møguleikar.

Samstundis eftirlýsir ferðavinnan greiðar reglur at virka undir.

Búskaparlig fakta vísir tó tørvin á nøktandi kørmum.

Johnny í Grótinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo