Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tí er neyðugt at virka fyri einum sjálvberandi búskapi, har vinnur av ymiskum slag geva avkast og framburð í fríari altjóða kapping. Uppgávan er tí at tryggja karmarnar, soleiðis at vinnan hevur eitt trygt grundarlag fyri vinniligum framburði og búskaparligum vøkstri. Fólkaflokkurin ynskir at stuðla vinnuni, og eg kann nevna nøkur ítøkilig uppskot, sum vit ynskja at fremja.

  • Vit ynskja at gera ein greiðan vinnupolitikk.

  • Tryggja vinnuni góðar umstøður, so hon verður kappingarfør og lønandi.

  • Tryggja at smáar fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi fáa størri atgongd at bjóða uppá almenn arbeiði.

  • Tryggja at alivinnan hevur tryggar og varandi karmar at virka undir.

  • Tryggja at fiskivinnan hevur tryggar og varandi karmar at virka undir.

  • Tryggja at allir arbeiðsgevarar, sum hava tímalønt starvsfólk verða betri stillaði í mun til barsilsskipanina

  • Tryggja at allir arbeiðsgevarar, sum hava tímalønt starvsfólk, skulu javnsetast tá tað kemur til sjúkradagar.

Fólkaflokkurin ynskir at hjálpa allari vinnu í Føroyum, vit síggja týdningin av øllum avkastinum, sum vinnan skapar fyri okkara samfelag, og tí fer Fólkaflokkurin framhaldandi at skapa enn betri karmar fyri okkara vinnulív. Fólkaflokkurin ynskir at vinnan fær frið at virka og vaksa, tí tað er frá vinnuni at vit skapa tryggleika fyri allar føroyingar. Vinnan er hornasteinurin í okkara vælferð, og hon skapar vøkstur, trivna og vælferð, sum allir føroyingar fáa gleði av.

Vel Áræði, ágrýtni og ábyrgd, vel Fólkaflokkin.

X við Dánial Hansen
Valevni fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo