Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

BETRI: Tað er væl bíligari at seta búgv í Vágum samanborið við miðal fyri alt landið. 1. hálvár í 2020 var bústaðarbyrðan í Vágum 13%. Tað merkir, at eitt miðal húski í Vágum brúkar 13% av tøku inntøkuni til at fíggja sín bústað. Hetta eru seks prosentstig lægri enn miðal fyri landið, sum er 19%.

Til samanberingar var bústaðarbyrðan í Tórshavn 29% fyrra hálvár 2020. Um eitt miðal húski í Vágum heldur valdi at seta búgv í Tórshavn í dag, svarar tað alt annað líka til, at familjan hevði havt umleið 3.300 kr. minni eftir um mánaðin, tá útreiðslurnar at fíggja bústað høvdu verið goldnar.

- Tað er gleðiligt at síggja, at tað loysir seg at vera húsaeigari í Vágum. Tað er lutfalsliga bíligt at seta búgv í Vágum, um tú samanber við restina av landinum, og tað er ikki meira enn ein hálvur tími at koyra til høvuðsstaðin. Sethúsaprísirnir í Vágum halda fram at vaksa, eins og í meginpartinum av landinum, og orsøkin er, at eftirspurningurin er størri enn útboðið, sigur Sjúrður Poulsen, leiðari hjá Betri Banka í Miðvági.

Hagtølini eru millum annað útroknað við støði í sethúsaprísum í Føroyum, og tey skulu tí lesast við ávísum fyrivarni - serliga um sølurnar hava verið fáar. Orsøkin er, at miðalprísurin kann sveiggja alt eftir, um fleiri gomul hús verða seld fyri lægri prís, og um fleiri dagførd hús verða seld fyri hægri prís.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo