Tórshavnar kommuna: Býarlundin er partur av skipanaruppskotinum ‘Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur miðbýur’. Hesin parturin kallast ‘Grøna gongugøtan og býarlundin’.
Nýggja býarlundin verður grøna hjartað í bilfría miðbýnum. Býarlundin verður staðið, har íbúgvarnir í miðbýnum hittast til ein kaffimunn á grasfløtuni ein góðan summardag, har tey halda marknaðardagar um heystið, og har børnini gera kavamenn um veturin.
Býarlundin verður felags urtagarðurin hjá miðbýarbúgvum. Samstundis verður býarlundin eisini staðið, har Ráðhústorgið og Tinghúsvøllurin smelta saman, har pláss verður fyri at skipa fyri alskyns tiltøkum, og nýggja pavilliongin fer at virka sum ein multifunktionellur pallur, har møguleikar vera at skipa fyri konsertum, framførslum og framsýningum av ymsum slag.
Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla nú til at játta kr. 3.8 miljónir og at heimila umsitingini at arbeiða víðari við málinum, gera sáttmálar og seta arbeiðið í verk. Fíggjarnevndin hevur samtykt játtanina, sum kemur fyri býráðið hósdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo