Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Í konjunkturbarometrinum hjá Hagstovu Føroyar sæst í byggivinnuni ein stór hækking í vísitalinum. Størsta avmarkingin í bygginvinnuni er tó mangul á arbeiðsmegi.

Í byggivinnuni sæst ein stór hækking í vísitalinum. Hetta kemur av, at fleiri stórar verkætlanir eru í gongd hjá landi, kommunum og privatum fyritøkum, ið merkir, at stóru fyritøkurnar í byggivinnuni hava tryggjað arbeiði í minsta lagið 2 ár fram. Sum grøni stabbin í mynd 1 vísir, er størsta avbjóðingini hjá byggivinnuni mangul á arbeiðsmegi.  

Búskaparáðið hevur áður víst á, at serskipanirnar, sum geva skattligan fyrimun hjá millum annað handverkarum at arbeiða uttanlands, ikki eru til gagns fyri føroysku byggivinnuna, tí tað er stórur eftirspurningur eftir skikkaði arbeiðsmegi í byggivinnuni í Føroyum og trýst er á lønunum. Eisini kann spurnartekin setast við, hvørt tað er skynsamt fyri føroyska búskapin at hava eina skipan sum fiskavirkisskipanin, ið fastheldur arbeiðsmegi í eini vinnu, sum ikki hevur tørv á arbeiðsmegini alt árið runt, tá tørvurin er so mikið stórur aðrastaðni á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Búskaparráðið hevur eisini áður gjørt vart við, at tað er heldur óheppið at tað almenna, tað vil siga land og kommunur, leggja óneyðugt trýst á byggivinnuna við at seta í gongd stórar byggiverkætlanir í góðum tíðum, samstundis sum tað privata ger stórar íløgur. Hetta tí eftirspurningurin hjá tí almenna økir uppaftur meira um eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í byggivinnuni, sum elvir til lønartrýst í byggivinnuni og harvið dýrkar byggiverkætlanirnar hjá bæði tí almenna og privata, umframt at upptaka arbeiðsmegi, ið annars kundi nøkta eftirspurningin hjá húsarhaldum.      

Smærri fyritøkur, ið byggja sethús, boða hinvegin frá, at húsarhaldini eru vorðin meira afturhaldandi, tá tað kemur til at byggja nýtt og at keypa eldri sethús, ið krevja umvælingar, og orsøkin er stóru hækkingarnar í tilfarsprísum og rentum. Hetta kann vera ein av orsøkunum til, at ljósablái stabbin, sum umboðar fíggjarliga avmarkingar, er økt í januar 2023 í mun til juni 2022.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo