Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sagt verður, at ein fyritøka sum veksur, men ikki ov skjótt, og samstundis megnar at fáa ein trivaligan part av meirsøluni niður á botnlinjuna, hevur fatur í rætta endanum. Og hetta má sigast um Byggivirkið KBH Spf  við heimstaði á Nesi. Uppá 10 ár hevur fyritøkan tvífaldað bruttovinningin, men somu ár fleirfaldað úrslitið. Í fjør vaks úrslitið til 2,1 mió kr, eini 30% meira enn fyrraárið. Sama tíðarskeið vaks bruttovinningurin upp í 12,8 mió kr, sum er áleið 10% meira enn árið fyri.

Starvsfólkakostnaðirnir vuksu úr 8,8 mió kr til 9,3 mió kr.

Byggivirkið KBH Spf hevur eina sunna fíggjarstøðu sum javnvigar við smáum 12 mió kr harav eginpeningurin er gott og væl helvtin.

Helgi Johannesen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo