Roknskapurin hjá SP/F Lyklaklár Hús vísur, at Heðin Mortensen og hinir partaeigararnir í Sp/F Steyrin tjentu góðar 400.000 krónur uppá at keypa eitt grundøki frá Tórshavnar kommunu og selja tað víðari, uttan at spyrja Tórshavnar kommunu.
Manglandi útstykking ger tað lukrativt at spekulera í grundøkjum. Skilji væl at politiskur áhugi fyri útstykkingum er lítil.
Helvtin av politikarunum spekulera í elendigheitini og hin helvtin tosar um hana, og felags fyri tey øll er, at tey liva sum greivar av elendigheitini.
Havi fyrr víst á grundstykkið hjá Aksel, og KVF hevur fortalt okkum um grundøkið hjá Helenu. Haldi at mamma onkran eisini situr í býráðnum.
Sirkusið á Karlamagnusarbreyt er alt samtykt áðrenn 1. januar 2017, meðan Heðin Mortensen var borgarstjóri.
Eitt tað fyrsta Heðin gjørdi, tá hann gavst sum borgarstjóri var, at hann, saman við øðrum, tann 17/1-2017 stovnar smápartafelagið Steyrin.
Endamál felagsins er at reka virksemið við sethúsa- og íbúðabygging, handil og tænastu, umframt annað virksemið í hesum sambandi.
Partapeningurin er kr. 50.000.
Felagið keypir beinanvegin matr. Nr. 138L á Karlamagnusarbreyt fyri 1,5 millión.
Ognin er tinglýst 22/3-2017.
Tíðin gongur og onki verður bygt. Felagið hevur ongan annan aktivitet.
Sambært skeyti skal byggjast innan 2 ár.
1/3-2019 síggja vit, at pant verður flutt frá einum banka til annan.
Vit siggja eisini, at 6. november 2019 fær felagið nýggjan stjóra.
Ognin er tinglýst felagnum 22/3-2017.
Tá eigararnir selja partabrøvini, hevur felagið átt grundøkið, uttan at byggja nakað, í meira enn 2 ár, sum eru treytirnar í skeytinum.
Í skeytinum stendur eisini, at tað ikki er loyvt at selja, uttan at loyvi er fingið frá býráðnum.
At selja eitt felag, hvørs einasta aktiv er eitt grundstykki, er moralskt tað sama sum at umgangast lógina.
Helst er tað eisini juridiskt at umgangast lógina.
Í øllum førum var tað ikki tað, sum var intensjónin hjá Tórshavnar kommunu.
Vit kunnu so staðfesta, at Heðin og hinir partaeigararnir kunnu deila meira enn kr. 400.000 sínamillum við at spekulera í bústaðarneyðini í Tórshavn.
Fidusurin er at keypa eitt grundstykki bíliga frá kommununi og selja tað víðari við vinningi.
Fyrsta ársfjóðring, minnist ikki hvønn býráðsfund, í 2017 samtykti Tórshavnar kommuna at keypa eitt stykki aftur, frá einum borgara, sum hevði keypt frá kommununi.
Hetta stykkið varð selt á uppboðssølu við húsameklara sum uppboðshaldara.
Býráðið samtykti, at borgarin slapp ikki at selja tað víðari sjálvur við vinningi.
Býráðið samtykti at keypa tað aftur fyri upprunaliga keypsprísin + tinglýsingarkostnað.
Somuleiðis samtykti býráðið ikki at endurgjalda rentukostnaðin.
Síðan bjóðaði kommunan tað aftur til sølu fyri hægsta boð, sum roknað bleiv við var hægri enn upprunaligi kostnaðurin.
Tey, sum fylgja við vita, at Aksel løgmaður slapp, mótsatt omanfyri nevnda, at selja sítt stykkið víðari við vinningi.
Men tá var Heðin borgarstjóri og nevndirnar væl mannaðar av floksfeløgum.
Onkur annar fekk loyvi frá borgarstjóranum, men ikki frá kommunustýrinum, at selja víðari.
Vildi meint, at tað var skilagott, um Heðin ella Annika greiddu okkum frá, um tað er lógligt at selja eitt partafelag og harvið umgangast endamálið, sum er, at ongin skal skora kassan uppá grundøkir hjá kommununi.
Til hesa grein havi eg hugt í roknskapir hjá Sp/F Steyrin, Sp/F Lyklakár Hús, Skráseting Føroya, Tinglýsingina og fundarfrágreiðingar hjá Tórshavnar kommunu.
Eivind Jacobsen
Strendur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo