Tað eru longu fleiri ar síðani at tað kajskapilsi sum var á Slættanesi brotnaði av brimi. Síðani hevur illa verið lendandi við báti á Slættanesi, har fólk ikki hevur búð síðani 1964, men har fólk tó javnan vitjar, serliga um summarið.
Vága kommuna hevur játtað pengar til at gera nýggja atløgukaj, men av ymsum orsøkum er arbeiðið ongantíð ordiliga farið í gongd.
Í morgun er ymiskt tilfar koyrt í land og forskallingsarbeiðið kann byrja. Nær tað verður liðugt veldst eisini um líkindini at arbeiða, millum annað um tað er nøkurlunda kyrt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo