Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-121/2022 frá Kim Durhuus, løgtingsmanni, settur Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um tunnil til Tjørnuvíkar.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er tíðarætlanin fyri komandi Tjørnuvíkartunnilin?
2. Eru kjarnuboringarnar gjørdar, og er linjuføringin fastløgd?
3. Nær er ætlanin at byrja at bora?
4. Hvør er ætlanin við grótinum, sum kemur úr tunlinum?

Svar til spurning 1, 2 og 3
Jarðfeingi hevur arbeitt við at lýsa jarðfrøðina í økinum, har ætlanin er at gera tunnilin til Tjørnuvíkar. Jarðfrøðiligar kanningar vóru gjørdar fyri umleið 20 árum síðani, har millum annað eitt jarðfrøðiligt kjarnuhol varð borað við Marmaskallará norðan fyri Haldórsvík.

Ætlanin er nú at gera eitt borihol aftrat í summar í Tjørnuvík, soleiðis at báðar síður av tunlinum verða kannaðar. Mett verður, at jarðfrøðiligu kanningarnar verða lidnar í ár.

Í samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018 - 2030 vera tvinnar tunnilsloysnir lýstar. Ein styttri tunnil uppá 1,36 km frá Brúnaskarði og ein longri tunnilsloysn frá Marmaskallará.

Báðar linjurnar koma út inni í dalinum í Tjørnuvík. Landsverk mælir til at velja ta longru loysnina, ið er ein umleið 2,5 km langur tunnil. Hetta er serliga tí, at vegurin millum Marmaskallará og Brúnaskarð er vánaligur. Tað er so bratt niðurfyri á vegastrekkinum, at ivasamt er, um tað ber til at betra vegin, soleiðis at hann verður á nøktandi støði.

Ætlanin er at fyrireika tunnilin til Tjørnuvíkar, so klárt er at byrja uppá hann, tá ið arbeiðið við Dalstunlinum er liðugt. Ætlanin er so, at tunnilsliðið hjá Landsverki heldur fram at bora norðuri í Tjørnuvík. Tað er sjálvandi treytað av neyðugari játtan.

Svar til spurning 4
Landsverk arbeiðir við loysnum fyri, hvat kann gerast við grótið úr tunlinum. Ein møguleiki er at brúka grótið til at betra vegirnar í økinum, har vegirnir nógvastaðni eru smalir. Møguleiki er eisini at brúka grótið til dømis til at breiðka Saksunarvegin treytað av játtan.

Mongdin av gróti, ið kemur úr tunlinum, er tó munandi størri enn, hvat roknað verður við at kunna brúka til vegir í økinum. Arbeitt verður tí eisini við eini loysn at finna øki, har ein størri mongd av gróti kann leggjast.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo