Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn halda fram.

Seinnapartin hava arbeiðsbólkar við umboðum fyri allar tríggjar flokkar sitið og viðgjørt ymisk málsøki, sum skulu við í ætlaða samgonguskjalið.

Kringvarpið skrivar, at evnini, sum arbeiðsbólkarnir viðgera, eru m.a. mentan, vinnumál, heilsumál og samferðsla.

Í gjár slitnaðu samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. 

Sambandsflokkurin vildi lækka ríkisveitingina, men kravið um blokkniðurskurð var tó so mikið stórt, at fíggjarliga hekk tað ikki saman, segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, við KVF fyrr í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo