Gitna franska keypublaðið Charlie Hebdo hevur aftur vakt ans, hesaferð við eini tekning sum lætt kann fatast sum niðrandi ímóti bretska kongshúsinum. Tekningin vísir Elizabeth drotning sum trýstir knæið ímóti hálsinum hjá Megan Markle. Teksturin á forsíðuni sigur "hví rýmdi Meghan úr Buckingham" og Meghan svarar "tí eg ikki fekk andað".
- Tilsipingin til deyðan hjá svarta amerikanaranum George Floyd er týðulig, skrivar eitt nú The Guardian.
Meghan Markle og Harry prinsur hava stutt síðani verið frammi í eini nógv umtalaðari sjónvarpssending, har tey millum annað søgdu, at tey noyddust at flýggja úr kongshúsinum, tí tey kendu seg ikki væl har.
Kongshúsið hevur ikki latið frætt frá sær í samband við tekningina.
Pourquoi Meghan a quitté Buckingham ?
— Charlie Hebdo (@Charlie_Hebdo_) March 9, 2021
Retrouvez :
???? Reportage : l'écologie sonore à l'écoute des animaux
???? Enquête sur la véritable histoire du poison chlordécone
???? Comment Erdogan traque ses opposants jusqu'en France
En vente demain ! pic.twitter.com/X7hJHKHPDx
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo