Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Við heitinum ”Grandmother” er 76 ára gamla stjørnan, Charlotte Rampling, høvuðsleikari í eini nýggjari svartari komediu hjá Matthew J. Saville. Hann er føddur í Durban í Suðurafrika, uppvaksin á bygd í Nýsælandi, har filmurin er upptikin, og hevur annars gjørt film um Boarakríggið.

“Grandmother” er fyrsti filmur frá hansara hond við eini stjørnu í høvuðsleiklutinum. Um tað mundi, at Wim Wenders var í Føroyum, vitjaði hon eisini her.

Charlotte Rampling, sum býr í París, og spældi við í ”Dune”, ”Tout s'est bien passé”, ”Benedetta” og ”45”, sum Filmsfelagið hevur víst, er í hesum filmi ein birg og lívlig, men eisini alkoholiserað omma, sum oftast er full av lívsmegi. Tað má destruktivi ommusonurin sanna, tá hann verður koyrdur av kostskúlanum og noyðist at flyta heim, har omman, sum situr í rullistóli, er flutt inn.

Uttan at hann á nakran hátt ynskir tað, verður hann sendur at keypa ommuni gin og annars at verða um hana við undirhaldi allan dagin. Sum frá líður kemur hann eftir, at omman hevur nógv at fortelja, millum annað tá hon var krígsfotografur.

Hóast aldursmunin verða omman, Ruth, og ommusonurin, Sam, knýtt saman í teirra stríði fyri lívinum á ein hátt, tey ikki høvdu væntað.

31/8 kl 20:00 Grandmother (Matthew J Saville, Nýsæland 2022 94 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo