Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Enska filmskvinnan Charlotte Rampling er í Føroyum í sambandi við seinastu upptøkurnar til Hollywood filmin, Submergence.

Sum VP skilur vóru upptøkur gjørdar við henni í Bø í gjár.

Eftir ætlan hevur Submergence frumframsýning á Cannes festivalinum í mai 2017.

Les meira um hana - trýst her

Visit Faroe Islands hevur samskipað filmsverkætlanina í Føroyum og hevur saman við Atlantic Airways, Hotel Hafnia og Hotel Føroyum veitt fíggjarligan stuðul. Filmsvinnan í Føroyum hevur tikið sær av tí praktiska arbeiðinum í sambandi við upptøkurnar.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur, at filmsupptøkurnar í Føroyum hava ómetaliga stórt PR-virðið, tá talan er um ein so stóran Hollywood film.

- Ein stórur partur av arbeiðinum hjá Visit Faroe Islands er at kunna heimsborgarar um, at vit yvirhøvur eru til og vísa á okkara áhugaverda land, sigur Guðrið í tíðindaskrivi, sum var sent út seinnapartin í dag.

- Vit á Visit Faroe Islands hava nú í nøkur ár arbeitt við at fingið altjóða filmsverkætlanir til Føroyar og eg gleðist tí sjálvandi um, at tann fyrsta stóra filmsverkætlanin nú er komin á mál, sigur hon.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo