Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Barna- og útbúgvingarmálaráðið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett Christian Joensen í avloysarastarvið sum rektara á Miðnámi á Kambsdali frá 15. november 2023 at rokna.

Christian Joensen, sum er 51 ára gamal, er útbúgvin sivilverkfrøðingur í 1999 og hevur m.a. eftirútbúgvingarskeið í námsfrøði, leiðslu og fíggjarstýring. Hann býr í Saltangará og hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali hesi síðstu 6 árini. Umframt vanliga undirvísing hevur Christian Joensen røkt eina røð av øðrum uppgávum í skúlanum, eitt nú sum toymisleiðsla, samansjóðingartiltøk og støddfrøðiligar screeningar av nýggjum næmingum.

Christian Joensen avloysir Honnu Jensen, rektara, ið vegna tingarbeiði hevur fingið játtað farloyvi fram til summarið 2025.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo