Vinnuhúsið: Á ársaðalfundinum í Handilsvinnufelagnum, hósdagin 22. apríl, stóðu Áki V. Poulsen og Regin W. Dalsgaard fyri vali.
Regin W. Dalsgaard stillaði ikki uppaftur, og í hansara stað varð valdur Claus V. Christensen, stjóri í Solar, sum er nývaldur í nevndina í Handilsvinnufelagnum.
Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur skipað seg soleiðis:
Eyðvør Berg, forkvinna.
Claus V. Christensen, næstformaður.
Bergur R. D. Jensen, nevndarlimur.
Gunnar Mohr, nevndarlimur.
Áki V. Poulsen, nevndarlimur.
Bjarni Bogason varð valdur sum varalimur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo