Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vinnuhúsið: CO2-roknarin er eitt rokniamboð í Excel, ið fyritøkur kunnu nýta til at gera upp sítt árliga CO2-útlát. Sambært altjóða leiti verður útlátið býtt upp í trý vav:

  • Vav 1: Útlát frá brennievnum og kølievnum

  • Vav 2: Útlát frá elnýtslu og fjarhita

  • Vav 3: Útlát frá allari virðisketuni (15 bólkar, harav 6 bólkar eru tøkir í CO2-roknaranum)

Tá fyritøkur rokna sítt útlát fyri fyrstu ferð
Fyrstu ferð, ið ein fyritøka skal gera upp sítt útlát, er skilagott at bert gera hetta fyri vav 1 og 2. Til at rokna hetta útlátið er neyðugt at fáa hesi hagtøl til vega:

  • Nøgd av brennievni (frá orkufeløgum)

  • Nøgd av kølievni, ið er fylt á (innanhýsis rokning)

  • Elnýtsla (frá SEV)

  • Fjarhitanýtsla (frá Fjarhitafelagnum)

Eru fyrispurningar ella ivamál um CO2-roknarin, ber til at venda sær til Vinnuhúsið ella beinleiðis til Umhvørvisstovuna fyri at fáa vegleiðing.

Allir CO2-roknarar (2021, 2022 og 2023) kunnu takast niður á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her: Luft og veðurlag - Umhvorvisstovan (us.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo