Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Góðu gestir,
Vælkomin øll somul – tað er vælsignað at síggja tykkum aftur til “Country og blues festival” á Dungasandi í Sørvági aftaná koronastøðg í tvey ár.

Eg ivist onga løtu í, at tit fara at njóta festivalin í góðum lag, líkamikið hvussu veðrið háttar sær, tí okkum dámar at verða saman aftur. Og so hjálpir tað okkum at gloyma hesi bæði koronaárini, har onki bar til.

Vágafólk og sørvingar eru von at taka ímóti og hýsa gestum i hópatali.

Innrásir í Sørvági
Gestir av bygd og úr øðrum londum hava dagliga vitja oynna og Sørvág, síðani flúgvingin millum lond tók seg upp fyrst í sekstiárunum.

Men størstu innrásina upplivdu sørvingar undir krígnum, tá einir 5.000 hermenn bygdu flogvøllin og vardu oynna ímóti álopum.

Bretska herleiðslan fylgdi við krígsgongdini um okkara leiðir frá einum vælvardum bunkara uppi við flogvøllin.

Har heldur Krígssavnið til í dag, og eg kann viðmæla øllum at fara ein túr inn á gólvið at vitja savnið, sum hevur hópin av myndum, lutum og søgum úr Vágum og øllum Føroyum.

Við bretsku innrásini kom eitt nú flogvøllurin, Niðari vegur í Sørvági, modernað undirhald úr Bretlandi og motoriseraði akfør.

Vaksandi undirtøka
Tað var nokk ongin av teimum gomlu motorsúklunum uppi í, tá ein riðil av súklum steðgaði á í Gásadali í 2011

Har komu teir á tal við Tordis Skaalum og ein setningur fall um, at stuttligt hevði verið við einum Country festivali í Sørvági.  

Tað var startskotið til festivalin, sum lat portrini upp fyri fyrstu ferð árið eftir í 2012.

Ta ferðina parkeraðu 18 kampingvognar á Breiðagrasið við Dungasand. Í ár er talið vaksið upp í 160 vognar, sum rúma 500 fólkum.

So bygdin veksur øgiligt hesar dagarnar – ja tað er næstan sum undir krígnum, tá barakkirnar hjá eingilskmonnum fyltu Mýrarnar.

Nýggir tónar undir krígnum
Áðrenn kríggið vóru vit í Vágum ikki von við nógv annað enn føroyska dansin til undirhald, men hetta broyttist í stórum, tá bretarnir komu.

Teir spældu fótbólt og badminton, og skipaðu fyri boksidystum og stórum paradum á flogvøllinum.

Teir høvdu biograf, skipaðu fyri eingilskum dansi og sendu boð eftir sjónleikabólkum og kendum musikarum, sum komu flúgvandi úr Onglandi við Catalina flogførum og lendu á Sørvágsvatni.

Tað mesta var populert millum konufólkini, tí tær sluppu bæði við til konsertir og dans, meðan menninir vóru knapt so væl nøgdir, tí teir sluppu bara at spæla bólt og kanska síggja film!

Høgt flog og opnar hurðar
Í dag skipa vit sjálvi fyri øllum - og vit seta ongan eftir!

Øll eru vælkomin - dreingir og gentur, kvinnur og menn, høg og lág, á hestbaki ella við motorsúkklu, sørvingar og uttanbíggjafólk, ja, tað ger ikki mun.

Øll eru vælkomin í Sørvági, tí her er vítt til veggja og høgt til loftið.

Tað veit eg eisini av egnum royndum, tí eg flutti higar, tá Atlantsflog lætti sær á fyri skjótt 35 árum  síðani, og eg kendi meg vælkomna frá fyrsta degi.

At sørvingar hava høgt flog, lærdi eg longu fyrstu árini eg var her, tí tá hitti man javnan sørvingar á Strøgnum í Keypmannahavn, sum annars sjálvdan vóru at síggja á Vaglinum í Havn.

Bellamy Brothers og drynjandi “vágasoundur”
Her í bygdini hava vit tikið “Country og blues festivalin” til okkum, og eru sera fegin um, at countryfjepparar og okkara egnu country tónleikarar taka so væl undir við tiltakinum.

Vit glaða okkum til at hoyra heimligar country trubadurar, sum Magna Christiansen, Hallur Joensen og onnur nýggj nøvn.

Men sjálvandi gleða vit okkum eisini til at hoyra countrystjørnur uttan úr heimi, sum bókstaviliga kunnu ganga frá flogfarinum og upp á pallin á Dungasandi.

Tað er ongantíð staðfest, um sangarindan Vera Lynn kom til Føroya undir krígnum, men í morgin klokkan 22, tá spæla heimskendu Bellamy Brothers á Dungasandi í Sørvági – tað er púra vist!

Í Vágum eiga vit hin serliga blueskenda og drynjandi “vágasoundin”, sum bara finst í Vágum.

“Vágasoundurin” er ein dýrgripir fyri okkum her vesturi, sum nú er vorðin fólkaogn fyri allar føroyingar, og tú hevur ikki verið her vesturi á festivalinum, um tú ikki “gongur heim eftir Niðara vegi” bæði eina og tvær ferðir.

Vit gleða okkum til løtuna, tá undangongumenninir í Tinganest trýna fram á pallin í kvøld og sláa tónan an, til landaplágurnar, sum vit øll elska.

Standa saman um “Country og blues festivalin”
Góðu festivalgestir og borgarar í Sørvágs kommunu

Trivnaður í bygdini og kommununi handlar um so mangt, men ein týðandi partur er tónleikur, hugni og at koma saman til tiltøk, sum hendan festivalin.

Lat okkum tí standa saman um hann og menna festivalin, so vit eisini kunnu spjaða nøkur tiltøk til smærru og vøkru bygdirnar Mykines, Bø og Gásadal.

Í vísuni Rumbuldós hjá Tinganest, heitir skaldið á okkum um at ansa nattúruni, tá hann kvøður um líkasæluna, um vit bara “seta okkum í sofuna at skoða katastrofuna”.

Tað eiga vit eisini at hugsa um, tá vit hugna okkum her á Stakka, Dungasandi og á Breiðagrasi.

Góðu festivalgestir, við hesum orðum fari eg at heita á tykkum um at fara væl um hvønn annan og umhvørvið, og ynskja tykkum ein rimmar festival og nógvar góðar og stuttligar løtur.

Takk fyri

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo