Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan hevur nú givið trý dagførd sjókort út av nýggjum, ið skip og bátar eiga at brúka, so tey kunnu sigla trygt. Talan er um pappírskort av havnum og akkersplássum av útnyrðingsøkinum, landnyrðingsøkinum og av suðurøkinum.
Seinast hesi kortini vóru givin út var í 2011, og tí eru nógvar dagføringar gjørdar.
Hetta eru fyrstu sjókortini sum eru útgivin eftir at sjókortmyndugleikin kom á føroyskar hendur tann 1. januar 2020.
Sum nakað nýtt er teksturin á kortunum nú á føroyskum og enskum, har hann fyrr var á donskum og enskum.
Harumframt verða bæði pappírskort og teldutøk kort nú framleidd úr einum og sama dátugrunni. Soleiðis verður tryggjað, at kortinnihaldið er eins.
Sum er, finnast 8 føroysk pappírs sjókort og nú tey fyrstu 3 eru dagførd, verður farið undir at dagføra hini kortini.
Nýggju sjókortini fáast til keyps í H.N. Jacobsens bókahandli og á heimasíðuni www.kobsokort.dk.
Umframt pappírs sjókort, finnast eisini talgild ENC sjókort, sum støðugt verða dagførd. Hesi fáast frá veitarum, sum selja siglingartól.
Her sæst eitt yvirlit yvir nýggju pappírs sjókortini:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo