Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit sum arbeiða á dagstovnaøkinum, hava nógvar góðar søgur at siga. Vit siga eisini tær góðu søgurnar bæði á sosialum miðlum og á arbeiðsplássinum. Flest øll sum hava arbeitt á dagstovni, hoyra heilt sikkurt um nógvar góðar løtur og upplivingar, saman við børnunum.

Vit hoyra eisini fólk rópa varskó, at nú er okkurt sum má broytast. Tað er týdningarmikið at fólk kenna seg trygg við at gera vart við nakað, sum má broytast fyri barnsins besta. At fólk rópa eitt sindur hart við hvørt, man koma av at tey ikki kenna seg hoyrd. Eg og fleiri við mær hava valt at arbeiða á dagstovnaøkinum, tí vit ynskja at geva børnunum ein tryggan og mennandi uppvøkstur. Um vit síggja at tað er nakað, sum má broytast fyri at røkka endamálinum við okkara arbeiði, so haldi eg sjálv at man hevur plikt til at rópa varskó, fyri børnini.

Vit kunna eisini tiga og bara tosa økið upp, men tað ger ikki at tað broytist sum skal broytast. Um vit samanbera við umhvørvisvernd, so blívur umhvørvið ikki reinari av at vit tosa um hvussu gott alt er, sum vit gera á umhvørvisøkinum. Vit kunnu geva øðrum íblástur til hvussu tey kunna arbeiða fyri at einum góðum umhvørvi, men fyri at loysa ávísar avbjóðingar, mugu vit eisini hava at vita, hvat vit skulu arbeiða við. Um havið er dálkað, so mugu vit vita hvar tað er dálkað fyri at reinsa tað. Um námsfrøðingar vita um okkurt sum má broytast, so mugu teir siga hvat tað er, sum skal broytast. Tað broytist ikki við at tosa um alt møguligt annað.

Dagstovnaráðið er eins og nógv onnur ráð komin við ráðum um hvat kann gerast, hetta er ein loysn, men tey sum arbeiða á stovni hvønn dag, síggja eisini nakað, sum kanska ikki er í álitinum frá dagstovnaráðnum.

Tað er týdningarmikið at børnini læra at seta spurnartekin, at verða kritiskt tá tey uppliva skeivar og órættvísar avgerðir. Vit eru fyrimyndirnar hjá børnunum, og eiga ikki at góðtaka um børnini vaksa upp undir umstøðum, sum ikki er nøktandi fyri tey.

Tá tað kemur til útbúgving av námsfrøðingum, so haldi eg ikki at nakar skal seta seg aftur, sum ynskir at blíva námsfrøðingur, tí tað er eitt fantastiskt starv.

Eg vóni at vit fáa nógvar námsfrøðingar út á dagstovnaøkið, sum hvønn dag eru við til, at børnini fáa tær bestu umstøðurnar at vaksa upp í. Vit hava ikki ov fáar námsfrøðingar tí fólk ikki ynskja at blíva námsfrøðingur, men tí at ov fá sleppa inn at lesa.

Birita Arge

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo