Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sum hitt fyrsta í Føroyum verður dagstovnaøkið í Vestmanna fríggjadagin 17. mars góðkent av Dansk Idrætsforbund og VIA University College í Århus sum ítróttardagstovnaøki.

Við hesum fáa dagstovnarnir rætt at kalla seg góðkendar ítróttardagstovnar – við ítrótti, spæli og rørslu í miðdeplinum.

At vera góðkendur ítróttarstovnur merkir at man í arbeiðnum leggur dent á eina javnvág millum avbjóðingar, felagsskap, rørslugleði og heilsu.

Í góðkenningartilgongdini hava leiðsla og øll starvsfólkini verið ígjøgnum nøkur førleikamennandi skeið, har Grete Sandholm frá VIA í Århus hevur undirvíst í, hvussu ítróttur kann nýtast sum eitt námsfrøðiligt amboð at styrkja kropsligu, kognitivu, sálarligu og sosialu førleikarnar hjá børnunum.

Góðkenningin varpar ljós á og styrkir dagstovnarnar í Vestmanna, til frama fyri bæði børn og ung í kommununi.

Børn, foreldur, miðlar og onnur áhugað eru vælkomin til móttøku í sambandi við góðkenningina. Møguleiki verður at royna námsfrøðiligan ítrótt.

Móttøkan verður í høllini í Vestmanna fríggjadagin 17. Mars kl. 15:00.

Sára Jógvansdóttir varaborgarstjóri, Djóni Nolsøe Joensen landstýrismaður, Magni Mohr professari í ítróttarfysiologi og Andras Nolsøe ítróttarráðgevi hjá ÍSF føra fram røður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo