Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur: Heiðurin sum Ársins Fyrstihjálpari 2023 fer til Dagstovnin á Flatinum, fyri framúr avrik í lívbjargandi fyrstuhjálp. Tá tveir fýra ára gamlir dreingir spæla við eina kavaklædda á í barnagarðinum, dettur ein teirra brádliga í eitt hol og fer inn undir kavan. Hin drongurin boðar starvsfólkum frá, sum síðan fara greidliga undir at grava og at veita lívbjargandi fyrstuhjálp. Tilnevningin ”Ársins fyrstihjálpari” verður latin stovninum, við tí fyri eygað, at starvsfólkini í góðum samstarvi bjargaðu barninum og skipaðu umstøðurnar. Stutt áðrenn hendingina tóku starvsfólkini fyrstuhjálparskeið, og er hetta víst grund undir, at til bar at hjálpa á fleiri støðum í senn, bæði at minka um vandan, bjarga og verja onnur móti óneyðugum órógvið.

Eisini fáa teir átta fjallmenninir, Jákup, Oluf, Jákup, Oddur, Hallur, Ólavur, Pætur og Dávur, heiður fyri gott avrik innan fyrstuhjálp, tá maður smokkar saman við borðið, eftir at hava verið á fjalli. Menninir skilja støðuna og bera skjótt og væl at. Tó at hjartastartarin ikki riggaði, mistu bjargingarfólkini ikki mótið, men góvu rætta viðgerð.

Og somuleiðis fær Gert Haraldsen heiður fyri at veita fyrstuhjálp, tá sýra spruttar í eygað á konuni – Gert er skjótur og skolar beinanvegin eygað, og tá ið støðan er undir kontrol verður ringt eftir hjálp.

Eins og undanfarin ár, var Ársins Barnaheiður latin fyri gott avrik innan fyrstuhjálp
Hjarnar Friðrik fær heiður fyri bragdið, ið hann framdi á Oyrarbakka, tá vinmaðurin datt í ánna, og Hjarnar Friðrik skundaði sær at boða starvsfólkum í dagstovninum á Flatinum frá. Bert fýra ára gamal skilir Hjarnar Friðrik álvarsligu støðuna og megnar at boða vaksnum frá, soleiðis at vinmaðurin verður bjargaður.

Somuleiðis eru Philip og Ísakur eisini tilnevndir Ársins Barnheiður fyri avrik teirra, tá tríggir dreingir spæla og ein er so óheppin at detta og fella í óvit. Philip og Ísakur meta støðuna væl, við at annar er eftir hjá tí skadda, meðan hin rennir eftir hjálp. Og Katrin Maria og Sandra fyri avrikið, tá 7 ára gamal drongur er áhaldsin og slær høvdið í ein stein, og tær eru kvikar at renna eftir hjálp. Og at enda fær Levi eisini Ársins Barnaheiður 2023, tá hann sær mann liggjandi í túninum og boðar frá.

Øll fáa heiðursbræv og gávu frá Betri.

Reyði Krossur ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðrinum.

Myndir: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo