Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-030/2023 frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni, settur Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um Dalstunnilin

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær verður Dalstunnilin skotin ígjøgnum?
2. Hvørjar eru ætlanirnar við vegunum í Dali og í Húsavík?

Svar til spurning 1
Arbeiðið við Dalstunlinum hevur sum heild gingið væl. Fyrsta skotið fyri tunlinum var latið 5. november 2020, og gongur eftir ætlan verður tunnilin skotin ígjøgnum í november í ár (2023). Tunnilin verður 2.165 metrar og tilhoyrandi vegagerð 300 metrar. Harumframt verður ein partur av verandi vegum breiðkaður.

Í 2024 verður hildið áfram við arbeiðinum inni í tunlinum við at gera tunnilsvegin (veguppbygnaðin), tryggja tunnilin til almenna ferðslu og annað.

Svar til spurning 2
Ætlanin er at breiðka verandi vegir báðumegin tunnilin, soleiðis at tað verður høgligari at koyra.

Partur av vegnum í Húsavík er breiðkaður, men arbeiðið er ikki liðugt enn. Ætlanin er fyrst at breiðka vegin, har landið longu eigur økið fram við vegnum. Hetta merkir, at vegurin ikki fær fulla breidd allan vegin. Tó er møguleiki at gera hetta seinni, um tørvur er á tí.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo