Danmark og Holland kunnu senda F-16-stríðsflogfør til Ukraina, so skjótt venjingin av ukrainskum F-16-flogskiparum er liðug.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Amerikanska stjórnin vissar sambært Reuters í einum brævi til donsk og hollendsk embætisfólk um, at USA skjótast avgreiðir umbønina um F-16-stríðsflogførini til Ukraina, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo