Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan fekk fríggjamorgunin 29. september 2023 fráboðan frá Dansk Scanning, at tey hava verið fyri einum cyberálopi. Dansk Scanning hýsir eini skipan við avritum av skjølum, ið hava ligið fysiskt í Tinglýsingarsavninum og Matrikulsavninum. Hesi skjøl verða í dag brúkt í skipanum hjá Tinglýsing og Matrikul. Umhvørvisstovan setti alt fyri eitt KT tilbúgvingina í verk.

Umhvørvisstovan hevur fingið upplýst frá Dansk Scanning at skjøl og annað hjá Umhvørvisstovuni ikki eru ávirkað av álopinum.

Fyri at tryggja at álopið ikki spreiddi seg, stongdi Dansk Scanning skipanina alt fyri eitt. Í løtuni er tí ikki møguligt at fáa fatur á talgildum skjølum og aktum. Fyri starvsfólk á Tinglýsing og Matrikul merkir hetta, at partar av málsviðgerðini verða ávirkað. Fyri almenningin merkir hetta at skjøl og aktir ikki eru tøk á tinglýsing.fo.

Umhvørvisstovan fylgir gongdini og er í samband við Dansk Scanning um støðuna. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo