Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

f.v.: Magni Laksáfoss, næstformaður í Sambandsflokkinum, Lars Christian Lilleholt, ráðharri, Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Thomas Danielsen, fólkatingsmaður fyri Vinstra og formaður í orku-, veitingar- og klimanevnd Fólkatingsins

f.v.: Magni Laksáfoss, næstformaður í Sambandsflokkinum, Lars Christian Lilleholt, ráðharri, Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Thomas Danielsen, fólkatingsmaður fyri Vinstra og formaður í orku-, veitingar- og klimanevnd Fólkatingsins

Sambandsflokkurin: Lars Christian Lilleholt hevur verið orkumálaráðharri í Danmark síðan 2015 og fer at umrøða danska orkupolitikkin og hvørji politisk mál eru i Danmark og ES innan orkuøkið.

Danmark hevur seinastu 40 árini megnað at lagt sín orkutørv um frá at verða djúpt tengt at oljuni frá Miðeystri til at vera eitt av grønastu og mest orkueffektivu londunum í heiminum.

Samstundis er samfelagsligi týdningurin av orkusektorinum alsamt vaksin og altjóða áhugin fyri donskum orkuloysnum er sera stórur.

Úrslitini innan orkuøkið í Danmark seinastu 40 árini eru skapt í einum neyvum samspæli millum politisku skipanina og vinnuna, har politisku avgerðirnar á orkuøkinum hava megnað at skapt røttu karmarnar fyri eini menning á heimamarknaðinum og vinnan hevur megnað at brúkt karmarnar fult út.

Á orkuráðstevnuni fer landsstýriskvinnan í orkumálum, Sirið Stenberg, eisini at taka lut og røða um, hvørjar politiskar ætlarnir Landsstýrið hevur á orkuøkinum.

Umframt Lars Christian Lilleholt, orkumálaráðharra í Danmark, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum, fer Thomas Nolsøe Danielsen, formaður í orku-, veitingar- og klimanevndini hjá Fólkatinginum, at taka lut og røða um orkupolitikkin í Danmark og ES.

Les meira: Altjóða serfrøðingur á orkuráðstevnu í Føroyum

Les meira: Orkuráðstevna - Frá olju til vind

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo