Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Mest stúri eg fyri strukturellu rasismuni, sum teir møta. Sjávlt um teir eru danskir statsborgarar, so møta teir nógvari rasismu tá teir venda sær til almennu tænasturnar, sum teir hava brúk fyri.

Tað sigur José Francisco Cali Tzay, sum er serligur frásøgumaður fyri ST, og sum er í Danmark í hesum døgum, har hann millum annað kannar hvussu Danmark og Grønland hava sett í verk rættindini fyri upprunafólk, sum ST samtykti í 2007. Hann vísir eisini á, at grønlendingar hava eina yvirumboðan í hagtølunum fyri heimleys og tá myndugleikarnir taka børn frá foreldrum.  Og hann bítir merki í, at tá foreldur verða kannað av sálarfrøðingi fyri at vita, um tey eru egnað at vera foreldur, so verður ikki lagt upp fyri muni í mentanini hjá grønlendingum, og eisini verður sæð stórt uppá, um mamman skilir málið sum verður brúkt í kanningini.

Grønlendski fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh Dam sigur seg ikki vera bilsna av niðurstøðunum hjá ST frásøgumanninum.

- Eg hevi verið bilsin, um hann kom til nakra aðra niðurstøðu. Eg fái nógvar áheitanir frá grønlendingum, sum eru fyri mismuni og rasuskilnaði í Danmark, sigur hon við DR.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo