- Eg síggi lættliga fyri mær, at allir føroyingar hava eina kontu í ”sosialbankanum”, har teir seta teirra góða atburð inn, og at ”bankin” veitir stuðulslán, tá tað er fyri neyðini. Eg hugsi, at tað er orsøkin til, at man enn letur hurðarnar verða ólæstar í Føroyum, tí eingin stjelur her; tað er betri at fáa hjálp úr ”sosialbankanum”, um tú manglar nakað. Eg veit ikki, um hendan myndin er hin heilt rætta, men fyribils er tað soleiðis, eg hugsi um hetta.
Tað sigur kultursosiologurin, Charlotte Wilhelmsen, sum er í Føroyum við Workaway og savnar tilfar til eitt fakligt poddvarp.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo