Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Tordur J. Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Teknmálstulkatænastan

Spurningar: 
1. Er ætlanin at fáa møguligar forðingar av vegnum fyri, at fríyrkistulkar í nógv størri mun kunnu nýtast av tí einstaka brúkaranum? 

2. Er ætlanin at broyta skipanina, so at játtanin fylgir brúkaranum? 

3. Er ætlanin at broyta skipanina, so at brúkarin fær størri frælsi at velja egnan tulk? 

Viðmerkingar: 
Hóast greiða lógaráseting (§ 42 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020) er tað tíanverri 
ein sannroynd, at teknmálstulkatænastan hjá Almannaverkinum ikki megnar at veita 
ta tænastu, sum tørvur er á. 

Sannroynd er, at mangul er upp á tulkar í Almannaverkinum, og at skipanin tykist ov 
stirvin. 

Hóast játtan er í løgtingsfíggjarlógini til teknmálstulkatænastuna, sum deyvir borgarar hava rætt og tørv á, so fáa tey ofta ikki ágóðan av henni. Avleiðingin er verri atkoma og verri møguleikar hjá okkara deyvu borgarum at taka lut í samfelagslívi og sosialum lívi á jøvnum føti við onnur. Sostatt er hesin minnniluta bólkur fyri vanbýti. 

Tí átti tað at verið natúrligt og ein sjálvfylgja, at fríyrkistulkar í nógv størrri mun 
gjørdust partur av tænastuni, og at játtanin á fíggjarlógini fíggjaði hetta. 

Fyri at gjørt skipanina minni stirvna og meira smidliga, so átti peningurin at fylgt 
brúkaranum og at tann deyvi, um gjørligt, hevði frælsi at valt egnan tulk – og at hetta varð goldið av játtanini ”Teknmálstulkatænastan” á løgtingsfíggjarlógini. 

Hetta vildi uttan iva verið eitt stórt frambrot til gleði og gagns fyri tey, ið tørva. 

Í samgonguskjalinum verður sagt, at ”Teknmálstænastan verður styrkt”. 

Tað er í hesum sambandi, at fyrispurningurin verður settur. 

Á Løgtingi, 14. oktober 2021
Tordur J. Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo