Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Skulu vit klára at nøkta eftirspurningin og fylgja við grøna orkuskiftinum, mugu vit fáa atgongd til væl fleiri starvsfólk, serliga útbúnar handverkarar. Harafturat má útbúgvingarskipanin tillagast tær uppgávur, sum grøn orka hevur við sær.

Demich veitur tænastur innan rør, hita og ventilatión, sum eru grundleggjandi í hvørjari byggiverkætlan. Harafturat fyllir grøna orkuskiftið alsamt meira, har søla, uppseting og viðlíkahald av hitapumpum gerst eitt størri virkisøki.

“Vit merkja, at tað er ein stór avbjóðing at finna starvsfólk við neyðugu førleikunum,” sigur Rói Kalsø, stjóri í Demich.

“Vit tillaga sjálvsagt virksemið til tann kapasitet, sum vit hava, men tað er einki at ivast í, at vit kundu átikið okkum munandi meira, um vit høvdu starvsfólk til tess.”

Takka nei til arbeiðir
Tað starvast um 70 fólk í Demich, harav 14 lærlingar. Men sambært Róa Kalsø kundi Demich bjóða munandi fleiri fólki starv: “Vit takka nei til fleiri stórar verkætlanir, tí tað ber bara ikki til at finna fólk. Hesin trupulleikin hevur staðið á leingi, m.a. hevur tann útlendingurin, sum hevur verið longst í fyritøkuni, verið hjá okkum í 7 ár. Tá vit høvdu flest útlendingar, høvdu vit 25. Nú hava vit 11. Tað gerst alsamt truplari at finna útlendska arbeiðsmegi. Vit hava hóast alt bara EU at leita í. Har er jú eisini risa stórur eftirspurningur eftir arbeiðsmegi”

”Í ein ávísan mun skalera vit niður og hava helst trekt í so nógv uppá verandi arbeiðsmegi. Hetta gevur ov nógva yvirtíð og ov lítla feriu, sum ikki er sunt fyri okkara starvsfólk. Vit hava lýst í langar banar á ymiskum miðlum, sosialum plattformum. Vit hava spurt vinir og kenningar, hava trekt uppá netverkið, sum fyritøkan hevur; eisini uttanlands og sjálvandi eisini vent okkum til ALS,” sigur Rói Kalsø.

Skúlatrupulleiki:
Sambært Róa Kalsø er trupulleikin eins nógv okkara egna skúlaskipan, sum tann avmarkandi útlendingalógin. “Útbúgvingarskipan leggur upp til bókligu útbúgvingarnar. Ikki tí, vit síggja, at fleiri av undirvísarunum tykjast av kenna meira til handverkarafakini, so tað er ikki eins trupult, sum tað hevur verið at fáa lærlingar. Men tað er langur vegur eftir enn. Tað er tørvur á munandi fleiri rør- og blikksmiðum.”

Harafturat broytist fakið. Grøna orkuskifið hevur við sær, at tað er neyðugt við nýggjum førleikum. Her er stórur tørvur á at fáa tillagað útbúgvingina soleiðis, at hon passar til dagsins samfelag. “Hetta merkir fyri okkum, at vit mugu í grundini til at útbúgva okkara fólk einaferð afturat, eftir at tey hava fingið sveinabræv.

Ikki tí, mann skal altíð førleikamenna síni starvsfólk, men í hesum førum er tað ikki so nógv víðari menning, sum tað er at menna til at annað fakøki, altso at umskúla rør- og blikksmiðir til at arbeiða við hitapumpum.”

”Men dentur má fyrst og fremst leggjast á at útlæra handverkarar. Hetta má gerast ígjøgnum øll skúlaliðini. Vit síggja framvegis eina ábendingum, at fólkaskúlanæmingar vera ”sendir” í miðnám. Hetta er óheppið, tí eg eri vísur í, at nógv teirra høvdu trivist betri í handverki enn á skúlabonki.”

”Eg vil tó bera rós til nýggju skipanina, har lærlingar fáa skattafrádrátt. Hetta ger eitt sindur av muni, tá ung skulu velja sær yrkisleið, soleiðis at tey hava betri hug at royna at fara í læru. Men vit hava ein so stóran bráðfeingistørv á starvsfólkum, at mann má alt fyri eitt lata upp fyri meira útlendskari arbeiðsmegi fyri at nøkta tørvin her og nú,” sigur Rói Kalsø at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo