- Trumps sjálvsøkni tollur hevur longu drivið prísin upp og sært búskapin, og nú ger hann bara tingini verri. Tað er ótrúligt, at hann áleggur toll á okkara nærmastu sameindu í síni desperatu roynd at yvirtaka Grønland, segði Chuck Schumer í Senatinum leygardagin.
– Demokratarnir í Senatinum fara at leggja fram lógaruppskot um at beina fyri hesum tollinum, áðrenn hann ger meira skaða á amerikanska búskapin og okkara sameindu í Evropa, segði Schumer, sambært NTB.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



