Demonstrantar hava seinnapartin í dag savnast uttanfyri og eru eftir tað farnir inn í svensku sendistovuna í høvuðsstaðnum í Irak, Bagdad.
Men sambært tíðindastovuni AFP, so fóru demonstrantarnir av økinum aftur 15 minuttir seinni, skrivar VG.
Hendingin fór fram eftir at sjialeiðarin Moqtada al-Sadr eggjaði til demonstrasjón móti Svøríki í sambandi við koranbrenningarnar í Svøríki. Hann umtalaði Svøríki sum ein islamfíggindaligan stat, sambært tíðindastovuni.
Sambært svensku avísini Expressen hevur al-Sadr eisini kravt at svenski sendiharrin til Irak verður útvístur.
Aftonbladet veit at siga at nýggjar demonstrasjónir verða fríggjadagin.
Uttanríkismálaráðið í Svøríki ynskir ikki at viðmerkja til svensku tíðindastovuna TT um málið, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo