Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Dennis Holm, landsstýrismaður, er í hesum døgum á fiskivinnumessuni, Seafood Expo Global, í Barcelona, sum er heimsins størsta fiskivinnumessa. Í tí sambandi var í gjár fundur við norska fiskimálaráðharran Marianne Sivertsen Næss.

Marianne Sivertsen Næss varð farna fríggjadag tilnevnd sum fiskimálaráðharri og var hetta sostatt hennara fyrsti millumlanda fundur sum fiskimálaráðharri.

Á fundinum umrøddu Dennis Holm og Marianne Sivertsen Næss týdningin av søguliga fiskivinnu samstarvinum millum Føroyar og Norra, eitt samstarv, sum gongur aftur til 1977.

Umrøða var eisini av fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Norra og av strandarlandasamráðingunum, sum Føroyar og Norra eisini eru partur av, har londini bæði hava arbeitt miðvíst fyri at fáa semjur, soleiðis at fiskiskapurin eftir makreli, sild og svartkjafti aftur kann skipast í trygga legu og gerast burðardyggur.

Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at bjóða Marianne Sivertsen Næss, fiskimálaráðharra, til Føroyar á vitjan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo