Putin fylti 74 ár 7. oktobur.
Hvør mundi vera millum teirra, sum ynsktu honum tillukku?
Jú, sjálvandi Donald Trump, 80 ára gamli amerikanski forsetin.
Tveir gamlir vinmenn fingu sær eitt hugnaligt telefonprát.
Sambært Kreml var hugnin so stórur, at hvørgin vildi leggja hornið á fyrst.
Tað endaði við, at teir løgdu á samstundis.
Rørandi!
Men føðingardagssamrøðan gav eisini úrslit.
Trump, sum annars hevur lovað at steðga krígnum í Ukraina, fekk eina søguliga avtalu í lag.
Putin skuldi lata diesel til heimsmarknaðin, og afturfyri linkaði Trump amerikonsku revsitiltøkini móti Russlandi.
Fyrstu veitingarnar svara til umleið seks milliónir tunnur.
Tað er á leið tað, sum USA brúkar av olju upp á sjey tímar!
Ein sonn heimsavrikssøga, sum helst fer at fáa sítt egna kapittul í søgubókunum.
Meðan russiskar rakettir framvegis raka Ukraina, og evropeiskir leiðarar royna at steðga krígnum, sita hesir 74 og 80 ára gomlu harrarnir og hugna sær óført í telefonini.
Annar fær linkað revsitiltøkini, hin fær diesel svarandi til sjey tímar av amerikonsku oljunýtsluni.
7 tímar.
Og Trump kann enn einaferð boða frá einum stórsigri.
Tað er næstan synd, at teir at enda noyddust at leggja á.
Putin fekk føðingardagsgávuna. Trump fekk rokningina. Ukraina fekk einki.
Og Trump er komin út úr skápinum!
Royters
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



