Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag fyllur mamma okkara 80 ár, og vilja vit senda henni eina føðingardagsheilsan.

Tú ert doypt Hanna Kristina Marianna, men ert altíð bara kallað Dinna.

Vit vóru so heppin at eiga eina mammu, sum var heima øll okkara fyrstu barnaár. Mamma passaði okkum væl, og tað var ikki fyrr enn vit vórðu væl undankomin, at mamma byrjaði at arbeiða, fyrst sum dagrøktarmamma, og síðan í barnagarðinum, tá hann læt upp.

Tú seymaði og bant stóran part av okkara klæðum, og mangt plaggið er komið frá tínum hondum. Vit eru 6 systkin, so nokk var at takast við.

Sum nevnt so arbeiddi tú sum dagrøktarmamma, og sjálvt um vit vórðu nógv systkin, so var bæði húsrúm og hjartarúm fyri fleiri børnum. So heima okkum hjá okkum vórðu altíð nógv børn, og hesi børn sluppu eisini at uppliva at hava teg sum eykamammu tey fyrstu árini, og hetta bleiv gjørt uttan at vit á nakran hátt føldu at vit ikki fingu tað tíðina, vit skuldu, frá tær.

Tá so barnagarðurin opnaði, fórt tú har at arbeiða, og eisini vart tú innanfyri serøki og passaði børn í vikuskiftinum av og á.

Tú gongur høgt uppí tína familju. Sjálv vart tú einabarn, men familjan er alíkavæl stór. Øll okkara fyrstu barnaár, lá leiðin hvørja summarferiu á Válin at ferðast. Her stavaði tín familja frá úr móðurætt, og hetta vórðu feriur, sum ikki kunnu samanberast við at ferðast í onnur lond. Hesar feriur vórðu fyri okkum at verða saman, spæla í fjøruni, byggja tundurflakar, og so eisini fyri at vitja tína familju.

Ímeðan vit vórðu á Válinum, blivu túrar gjørdir til Kvívíkar, Skælings, Argir og Víkar fyri at vitja familju. Tá longur og longur blivu ímillum hesar, so helt tú sambandið viðlíkað ígjøgnum telefon, og ger tað enn.

Tú vart einabarn sum nevnt, og vóru vit nógv hjá ommu og abba í Miðvági. Øll, uttan yngsta systur okkara, hava upplivað at veksa upp í Miðvági, saman við ommu og abba, inntil vit flutt til Sørvágs. Ikki var húsið stórt hjá ommu og abba, men hetta var ongantíð nakað sum bleiv nevnt, tí hjartarúmið var so sera stórt har.

Tveir teir elstu beiggjarnir, hildu fram at búgva hjá ommu og abba tá flutt bleiv til Sørvágs, og hetta hevur sikkurt gjørt sítt til at vit øll vóru nógv í Miðvági. Tað kendist nærum sum at hava voksið upp í tveimum støðum. Hetta vil nokk ikki verða lýst sum tann besta støðan, men fyri okkum kundið tað ikki verið betur.

Mamma tú átti verðins bestu foreldur, og vit áttu verðins bestu ommu og abba, so vit kundu ikki ynskt okkum ein betri máta at vaksa upp uppá.

Við tíðini eru nógv ommu- og langommu børn løgst afturat. Hesi hevur tú hjúklað um, akkurát soleiðis sum vit minnast at hava verið hjúklaði um. Tað er ein fragd at síggja ommu- og langommu børnini verða rundanum teg, og eru sloppin at sova har tá vit systkin hava haft tørv á tí.

Ongantíð eitt øvugt orð, sjálvt um tað til tíðir hava verið fleiri ommubørn á vitjan. Men av og á tá hundar eisini blivu partur av ansingini, hevur tað givið at býta, men alíkavæl, so gekk alt.

Tú eigur nógv spor og nógvar tímar í missiónshúsinum Libanon í Sørvági. Fyrst vart tú partur av sunnudagsskúlanum, og seinnu árini hevur tú verið partur av nevndini fyri sjómanskvinnuringin. Hetta er eitt arbeiðið tú hevur gingið høgt uppí.

Nógv tey síðstu árini, so hevur heilsan ikki verið so góð.

Ryggurin hevur ikki spælt við, og operatiónir hava ikki hjálpt nóg væl.

Hóast hetta, og hóast nógva pínu til tíðir, so hevur hetta ikki hildið teg aftur, at rættað eina hjálpandi hond. Og ongantíð hevur tú klagað um pínu.

Tú og pápi hava hjálpst væl at, og kunnu vit systkin hava tykkum sum okkara fyrimyndir.

Góða mamma. Hjartaliga til lukku við degnum, og takk fyri tað sum tú ert fyri okkum, og ikki minni okkara børnum, og langommubørnum.

Ynskja
Børn tíni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo