Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Djóragarðurin Furuviksparken sum liggur einar 160 kilometrar norðanfyri Stokhólm, er komin í andróður, eftir at starvsfókið har valdi at avlíva fýra sjimpansur við at skjóta tær.

Tað hendi eftir at sjimpansurnar vóru slopnar úr búrunum í djóragarðinum, og vórðu flýggjaðar til eina lund har nærhendis. Longu dagin eftir, at tær vóru rýmdar, vóru fleiri teirra skotnar, ímeðan nakrar vóru fangaðar og koyrdar aftur í girðingina í djóragarðinum.

Tey sum finnast at siga, at sjimpansurnar áttu at verið doyvdar við skotum og ikki verið skotnar til deyðis, men sum skilst er hetta lættari sagt enn gjørt, og tí varð valt at skjóta fyri at drepa.

Sagt verður, at sjimpansur, sum verða roknaðar at vera nær í ætt við menniskju, kunnu vera sera naskar, og kunnu lættliga gera enda á einum fólki, tá tær eru fleiri saman.

DR hevur meira um málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo