Føroyska Døgg Durhuus hevur vakt ans í Danmark, har hon býr, tí hon í fýra ár hevur livað lívið øðrvísi enn tey flestu: Tað liggur nevniliga nærum onki burturkast eftir hana.
Danska TV2 hevur drúgva frásøgn frá Døgg og lívi hennara, har hon út í minstu smálutir livir eftir sonevnda 'Zero Wate' hugtakinum, sum altso snýr seg um at vera tilvitað um umhvørvið í dagligdegnum, sjálvt um tað merkir at leggja lívið um, og eitt nú venda sær frá eingangsemballagu.
Døgg, sum hevur útbúgvið seg innan burðardygga elframleiðslu á DTU, hevur skrivað serritgerð um 100% grøna elframleiðslu í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo