Marner Jacobsen sum var forstjóri í gamla Eik Banka til hann kollsigldi í 2010 skal gjalda 85.674.993 krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt Støðufesti (Finansiel Stabilitet) sum tók yvir bankan tá hann fór av knóranum. Samstundis verða nevndarlimirnir Odd Bjellvåg og Frithleif Olsen, sum var formaður, púra fríkendir.
Tað hevur Eystari Landsrættur sagt í morgun.
Í 2019 vóru teir tríggir dømdir sínamillum at gjalda 150 milliónir krónur í bót, men teir kærdu dómin, og nú eru nevndarlimirnir so fríkendir av landsrættinum, ímeðan forstjórin skal gjalda.
Dómurin tekur støði í fleiri verkætlanum sum Eik fíggjaði, bæði í Føroyum og uttanlands, og Landsrætturin sigur, at forstjórin visti ella átti at vita at í tí eina førinum var grundarlagið ófullfíggjað, millum annað tí ongin verulig kreditmeting var gjørd.
Fíggjarligt Støðufesti hevði upprunaliga kravt endurgjald uppá 150 mió kr.
Partarnir hava 14 dagar til at umhugsa, um teir vilja kæra dómin.
Marner Jacobsen hevur somuleiðis fingið 14 dagar til at gjalda upphæddina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo