Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Ringu tíðirnar enda nú, nakað soleiðis segði fyrrverandi forsætisráðharrin í Póllandi og fyrrverandi formaðurin í Europaráðnum, Donald Tusk, sum helst hevur fingið meirilutan eftir tjóðartingsvalið í Póllandi í gjár.

Hann og flokkur hansara hava í øllum førum tryggjað sær 248 sessir av teimum 460 í pólska tjóðartinginum. Sitandi stjórnarflokkur, Lóg og Landaskil, skal hava tryggjað sær umleið 200 sessir.

- Vit gjørdu tað! Vit vunnu demokratiið, friðin og okkara elskaða Pólland, sum nú er endurføtt, segði Donald Tusk sambært The Guardian við síni viðhaldsfólk í nátt.

Lóg og Landaskil flokkurin hevur stýrt í Pólandi í 8 ár og gjørt ymsar illa umtóktar nýskipanir, so sum at avmarka pressufrælsið, avmarkað rættindini til fosturtøku og tey hjá LGBTQ+ fólkum. Eisini hevur fyrrverandi stjórnin verið í hornatøkum við ES, sum afturfyri hevur innifryst nógvar milliónir av evrum sum Pólland skuldi hava í koronastuðli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo