Teir spældu væl umtókta telduspælið "Call of Duty", og høvdu veddað, at tann sum tapti, skuldi taka eina koran við í skúlan dagin eftir.
BBC skrivar, at júst hvat síðani hendi er ikki heilt greitt, men skjótt vórðu dreingirnir lagdir undir at háa og vanæra koranina, og nú eru dreingirnir fyribils burturvístir frá skúlanum.
Men málið steðgaði ikki har, tí lokalir muslimar, býráðslimir og politifólk vórðu seinni við á fundi sum skúlaleiðslan skipaði fyri, og har skúlastjórin í einum boðum noyddist at koma við eini frágreiðing, har hann millum annað nevndi at "heilaga bókin var óskalað". Eisini skulu dreingirnir hava fingið deyðshóttanir, skrivar miðilin.
Men tað var heldur ikki nóg mikið, og nú hevur mamma drongin, sum hevði koranina við í skúla, verið hjá lokalu muslimsku meinigheitini og biðið um umbering. Skúlastjórin, ein lokalpolitikari og politiið vóru eisini við henni, tá biðið var um umbering.
- Eg má biðja so miriliga um fyrigeving fyri skaðan, sonurin hevur gjørt hvørjum einstøkum av tykkum. Hann er sera harmur um hetta og angrar av fullum hjarta, segði mamman, sum fjaldi hárið við turriklæði, millum annað við muslimsku meinigheitina.
Fleiri fólk og felagsskapir hava tó tikið til orðanna ímóti mátanum, sum politi, myndugleikar og skúli hava handfarið málið, skrivar The Times.
Eisini felagsskapurin Humanists finst hvassliga at handfaringini og minnir á, at drongurin onki ólógligt hevur gjørt, at ongin blasfemilóggáva er í Bretlandi, og at hendingin kann fáa stórar avleiðingar fyri framtíðina hjá dronginum, sum tók bókina við í skúla.
The mother of an autistic 14 year old boy who was involved in the desecration of the Holy Quran at Kettlethorpe High School in Wakefield tells Muslims at Jamia Masjid Swafia that her son is a "very silly boy" without "malicious intent" who is genuinely remorseful. pic.twitter.com/xZGueI4Ctj
— 5Pillars (@5Pillarsuk) February 26, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo