Omma var 60, tá hon fór at ganga 5 kilometrar um dagin. Hon er 96 nú, og vit vita ikki, hvar tramin hon er
- Ellen DeGeneres

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum beyð vælkomin til stórfingnu listaframsýningina hjá Joel Cole í Fabrikkini hjá Østrøm.

- “Listaverkini hjá Joel Cole blanda tað besta av tí mest ófullkomna ella ófullfíggjaða í náttúruni við nútímans tulking av træarbeiði og trælist”. Soleiðis lýsti ein amerikanskur savnsvørður listina hjá Joel Cole.”

- Ein av okkara stóru listamonnum, Edvard Fuglø, viðmerkti stutt, at "Joel megnar at blása lív í træ!"

- Vit eru øll von við at taka tað besta úr náttúruni og brúka tilfeingið til okkara dagligu endamál. Joel ger tað øvugta - hann tekur tað ófullfíggjaða tilfeingið úr náttúruni og gevur tí lív.

- Hansara list er sera fjølbroytt, longu í sjálvari skapanini. Listarliga hugsanin er við allan vegin og røkkur líka frá at finna rætta tilfeingið í náttúruni, at fáa tað til høldar, at velja út til víðari skapan - síðan kemur sjálv framleiðslan av listarverkunum, sum øll eru eindømi, hugvekjandi og enntá onkuntíð stuttlig.

---

- Fyrstu ferð eg hoyrdi Joel Cole nevndan var nakað undan Oyggjaleikunum í 1989. Sum forseti ÍSF's hevði eg nógv um at vera tá, og tað hendi nógv innan føroyska ítróttin, serliga seinastu mánaðirnar uppundir sjálvar leikirnar.

- Tá var spenningurin sera stórur um luttøkuna hjá teimum ymsu sersambondunum og feløgunum, og fyri fyrstu ferð ætlaðu fleiri at gera seg galdandi innan frælsan ítrótt. Og her var knappliga ein venjari nógv umrøddur, sum vit frammanundan onki kendu til.

- Hetta multitalentið, sum enntá dugdi føroyskt, var ítróttarmaður burturav og væl lá fyri. Hann var eisini tónleikari og sangari. Seinni hoyrdu vit at hann hevði tikið prógv í bæði enskum og mentanarligari mannfrøði á Universitetinum í Minnesota.

- Síðan er hann vorðin meira og meira føroyingur. Sjálvur kallar hann seg Faroese-American, men eftir fleiri enn 30 ár í Føroyum má hann finna seg í, at vit rokna hann sum føroying. Men hansara list er kanska ikki serføroysk, hon er nýggj fyri okkum, frísk, vøkur og spennandi.

- Hann er dreyari. Hann ger handgjørda list úr viði. Ongi verk eru eins, øll sera vælegnað sum prýðis- ella gávulutir. Smátt og stórt, úrvalið er sera umfatandi. Tað er sera spennandi at fylgja við á Facebook-síðu hansara, har hann vísir, hvussu listarverkini verða til, frá byrjan til enda.

- Dreyarar kenna vit ikki so nógv til. Vit hava t.d. ein kendan í Leynum. Vit hava havt eitt ótal av dugnaligum snikkarum og handverkarum, sum hava dugað handverkið, men ikki framleitt nakað serligt sum list á slíkum støði. Føroysk handverkslist hevur eisini tørv á nýskapan sum hesari.

- Tórshavnar kommuna eigur eini gomul hús undir Ryggi, ið verða kallað "hjá Dreyaranum". Her búði í síni tíð ein dreyari, sum fekk dreyaraprógv í Keypmannahavn í 1847. Tað sigst um hann, at hann var við í slagnum við Dybbøl Mølle í 1848.

- Sporini eftir henda fyrsta útbúna dreyaran síggjast enn, m.a. í tí vælprýddu Havnar kirkju.

- Nú hava vit so endiliga ein nýggjan dreyara í Havn, sum longu hevur sligið sítt navn fast sum framúr handverkslistamaður.

- Tað vitja vanliga nógv fólk til framsýningarnar hjá Joel Cole. Og dagurin í dag sær ikki út til at vera nakað undantak. Joel er væl kendur og list hansara er vælumtókt. Og persónliga gleði eg meg eisini til at síggja framsýningina, segði Heðin Mortensen, áðrenn hann ynskti tillukku við framsýningini og lýsti framsýningina at vera opna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo