Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Nú fær ”Dreymar við havið” amerikanska frumsýning á altjóða filmsstevnuni Woodstock, USA.

Filmsstevnan í Woodstock er kend fyri at leggja dent á sjálvstøðugar filmar av bestu góðsku, og í 2014 varð stuttfilmurin ”Vetrarmorgun” eftir Sakaris Stórá sýndur á filmsstevnuni.

”Dreymar við havið” luttekur í World Cinema kappingini, saman við 7 øðrum filmum úr øllum heiminum.

Filmurin eftir Sakaris Stórá, sum hevði føroyska frumsýning í 2017, er longu sýndur á nógvum filmsstevnum kring heimin, har hann hevur verið sera væl móttikin. Millum annað í Íslandi, Italia, Týsklandi, Noregi, Svøríki, Danmark og Kekkia. Føroyska sendistovan í Russlandi skipaði fyrr í ár fyri sýningum í Moskva, Skt. Pætursborg og Pskov, har filmurin eisini varð sera væl móttikin, og í apríl setti ”Dreymar við havið” filmsstevnuna Northern Light Film Festival í Hvítarusslandi. Nevnast kann eisini at filmurin hevur verið sýndur í fleiri býum í Finnlandi, og í september verður filmurin sýndur í Nuuk í Grønlandi, og í oktober á altjóða filmsstevnuni í Riga, Lettlandi.

Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði handritið til filmin og framleiðslufeløgini vóru Fish&Film og Adomeit Film.

Sakaris Stórá er farin undir at skriva næsta filmin, sum eftir ætlan skal takast upp í 2019. Filmurin ber arbeiðsheitið ”Oktober”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo