Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Håkan Ericson hevur í fyrstu atløgu úttikið 23 spælarar til landsdystirnar í juni mánað - Mynd: Bjarni Enghamar

Håkan Ericson hevur í fyrstu atløgu úttikið 23 spælarar til landsdystirnar í juni mánað - Mynd: Bjarni Enghamar

Håkan Ericson hevur í fyrstu atløgu úttikið 23 spælarar til landsdystirnar í juni mánað - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Leygardagin 4. juni verður hol sett á UEFA Nations League 2022/2023 kappingina. Ikki færri enn fýra dystir eru á skránni í hesum umfarinum.

Føroyar leggja fyri á útivølli móti Turkalandi, og síðan verður spælt heima móti Luksemborg og Litava ávikavist 7. og 11. juni, áðrenn utidystin móti Luksemborg, sum verður 14. juni.

Fyrrapartin mánadagin var skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum við Tórsvøll, har Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, kunngjørdi hópin til komandi uppgávur.

Í fyrstu atløgu hevur venjarin úttikið 23 spælarar, og síðan verður ætlandi ein afturat boðsendur seinni í vikuni.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (Íslandi)
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Daniel Johansen, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Hørður Askham, HB Tórshavn
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, KR (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Hannes Agnarsson, HIK (Danmark)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)

Atgongumerki heimadystirnar móti Luksemborg og Litava fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo