Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: Nógvar lívfrøðiligar frágreiðingar um drunnhvíta í Norðuratlantshavi nevna, hvussu sýldur drunnhvíti (Hydrobates leucorhous) og drunnhvíti (Hydrobates pelagicus) í gomlum døgum varð brúktur sum kertiljós, serliga í Írlandi, Skotlandi og Føroyum.

Í hesi greinini hava Alexander L. Bond, Jógvan Hammer og Sjúrður Hammer kannað savnslutir og søguligar og fólkalívsfrøðiligar keldur, sum stuðla upp undir hetta uppáhald.

Flestu frásagnirnar eru frá óbeinleiðis keldum, og bert fá dømi eru, sum kunnu sigast at vera álítandi. Tað eru myndir, frásagnir, ið byggja á beinleiðis vitan, ella savnslutir.

Høvundarnir koma til ta niðurstøðu, at sannlíkt hevur hetta ikki verið so vanligt ella útbreitt, sum mongu frásagnirnar annars kundu bent á, og frásagnin um at brúka drunnhvíta sum kertiljós er allarhelst endurtikin og yvirdrivin av vitjandi náttúrufrøðingum í átjandu til tjúgundu øld.

Lesið greinina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo