Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á fólkatingi: Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur í dag sett danska uttanríkisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, fýra spurningar, ið allir snúgva seg um betri føroyska atgongd til ES marknaðin. Spurningarnir verða settir í samband við útsagnirnar hjá danska uttanríkisráðharranum, tá hann vitjaði í Føroyum fyri góðum mánaða síðani.

Uttanríkisráðharrin kom til Føroya at fundast við Høgna Hoydal, landstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, um føroyska ynskið at fáa betri handilsavtalur í lag við ES og Bretland.

Eftir fundin segði Lars Løkke óbeinleiðis, at fiskiveiðuavtalan við Russland kann vera ein forðing, um Føroyar ynskja tættari samband við ES og Bretland. Eisini segði hann, at danska stjórnin tó fegin vil fremja átøk saman við Føroyum til frama fyri betri føroyskari atgongd til ES.

Men hvørji ítøkilig átøk vil danska stjórnin fremja saman við Føroyum fyri at betra um atgongdina til ES? Og hvat grundar uttanríkisráðharrin tað á, tá hann samantvinnar betri atgongd til marknaðin í ES og Bretlandi við fiskiveiðuavtaluna við Russland? Og metir uttanríkisráðharrin, at føroyska fiskiveiðusamstarvið við Russland øll hesi árini hevur verið forðingin fyri eini betri føroyskari avtalu við ES?

Hesar spurningarnar vil Sjúrður Skaale nú hava svar uppá. Spurningarnir kunnu lesast á hesum leinkjum:
https://www.ft.dk/samling/20222/spoergsmaal/S633/spm/2709343.pdf

https://www.ft.dk/samling/20222/spoergsmaal/S634/spm/2709351.pdf

https://www.ft.dk/samling/20222/spoergsmaal/S635/spm/2709467.pdf

https://www.ft.dk/samling/20222/spoergsmaal/S636/spm/2709477.pdf

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo