Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum samfelag eiga vit at raðfesta virði á dygd hægri, enn vit gera í dag.

Vit útflyta dygdarvørur av ymiskum slagi, men innflyta ov nógv av minni góðari dygd.

Kanska vørðurnar sum vit innflyta, skulu bólkast í ávísar dygdarbólkar, bæði viðv. dygd á sniði og á góðsku. Og má hetta metast um av fakfólki her heima, við íblástri uttanifrá.

Sum síðan vil avgerða avgjaldið ið landi skal krevja av vørðuni.

Tess hægri dygd, tess lutfallsliga lægri avgjald.

Hugsanin er ikki at revsa tey sum ikki keypa dygdarvørður, men heldur at løna teimum ið gera.

Og sum seinni vil koma teimum tilgóðar sum endurnýta dygdarvørur.

Plast er ein dygdarvøra sum vit illa klára okkum uttan. Men átti vit heldur, eins og onnur lond, at tálma ymiska úrvæli av plasti ið vit innflyta, til bert at umfata tað mest neyðuga okkum tørvar.

Vit handfara yvirhøvur plasti á rættan hátt, eftir at tað hevur tænt okkum leingi og væl. Men fyri at koma enn tættari tálmandi málinum, kann eitt innflutnings pant sum síðan fæst aftur við burturbeinan, kanska verið ein partur av loysnini.

Streymurin av nýggjum bilum inn í land okkara er í verandi løtu í minking, men valla enn haldgóður. Og verður hann tað neyvan nakrantíð, ella?

Hví skifta vit bilin so tíðum ? Er tað trygdin, góðskan/álitssemi, sniði, viðlíkahalds kostnaðurin á gamla bilinum mótvegis nýggja bilinum sum draga?

Um nú bilánarin gjørdist eggjaður, at varðveita gamla bilin eina tíð afturat, soleiðis at tað lá ein vinningur fyri hann í hesum. Hetta kundi verið gjørt við avslátri í eitt nú, vegskatti, tunnilsgjaldi, ferju ferðaseðlum, ella við ávísari almennari afturberan í smb. við verkstaðsrokningar.

Hugsið at grøna argumentið sum nýggji bilurin hevur, stendur neyvan mát við tað djúpt grøna ið er, at brúka gamla bilin sum longst. Sjálvt um hann dálkar evarska lítið meira enn nýggji bilurin ger. Verður tað óiva eitt stórt pluss á grønu kontuni, við at varðveita gamal bilin sum longst.

Eggjast má eisini til, at keypt verður meira av dygdarvørðum, tá talan er um vørður sum kunnu bólkast sum møguligar frammtíðar endurnýtslu vørður. Eitt nú innbúgv, amboð, frítíðarútbúnaður, pløgg oa. Sum óiva hevur við sær, at vøran seinni gerst meira sølubar til endurnýtslu.

Hugsið ikki at steðga okkara brúkara mentan. Men heldur at tálma henni ymsastaðni har tað er gjørligt, eins og at gera tað kul ikki at tveita burtur, men heldur at endurnýta. Og krevur hetta, at dygdin á vøruni er til staðar.

Bogi í Gil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo